Bólkurin Oniontree, sum júst nú liggur nr 1 á 15 teimum bestu hjá ÚF
við lagnum ?The Machine?, gesta Seglloftið
í kvøld. Bólkurin, ið eisini er í uppskoti til Planet Awards 2009 fyri besta nýggja
bólk, er mannaður við Sigmund - Guitar/Lead Vocals, Fríði - Guitar/Backing
Vocals, Jan - Bass &Magnus - Drums. Oniontree eru rættuliga nýggir á
føroyska tónleikapallinum, men tónleikur teirra hevur veruligt altjóða ljóð.
Tónleikurin er punkrokkur og ljóðar fantastiska væl.
Lagt er sostatt upp til eitt brak av einum 2. jólakvøldi á Seglloftinum!
Hoyrið bólkin á MySpace og les meira um teir á Facebook