Føroya best goymdi loynidómur

Oddagrein:

Hvussu nógv hevur Búskaparskipan Landsins kostað at ment, og hvussu nógv kostar hon í rakstri?

 

Hetta er ein einfaldur spurningur, og ein skuldi trúð, at eitt einfalt svar kann gevast úr Albert Hall. Vit hava fyrr sett sama spurning á hesum stað, og tá komu bert vissanir úr Fíggjarmálaráðnum um, at arbeiðið hevði verið boðið út.

 

Tað er sjálvsagt mikið gott, men tað svarar ikki spurninginum. Og vit seta hann tí enn einaferð.

 

Tað er umráðandi, at hetta ikki er ein loynidómur, fyri at Føroya fólk og politikarar kunnu síggja, hvat centraliseringin seinastu árini av almennu Føroyum hevur kostað, nú hvør vegastubbakróna verður vend og snarað. Kanska tað kundi skundað undir eitt tiltrongt kjak um, hvussu almennu Føroyar skulu leiðast og ikki stýrast. At leiða er lyklaorðið. Stýring er eitt gamaldags hugtak, sum er sprottið úr einum hugburði, har millum lítið og einki álit er á starvsfólkini.

 

Almennn starvsfólk úti á stovnum og ráðum eru betri kvalifiserað í dag enn nakrantíð fyrr. Eisini eru stýringsamboðini, sum eru til taks hjá stovnum og ráðum, betri enn nakrantíð fyrr. Hóast hetta, so hava vit í Føroyum centraliserað meir enn nakrantíð fyrr, og stovnsleiðarar hava ongantíð havt so avmarkaðar heimildir sum nú. Hetta hongur ikki saman.

 

Okkara játtanarskipan elvir til stirvni og initiativloysi. Hon er eitt úrslit av, at man eftir seinastu kreppu fór úr veitini einu megin vegin við ov linum mannagongdum fullkomuliga í veitina hinumegin vegin við alt ov stirvnum mannagongdum.

 

Tað er eyðsæð, at ein almenn skipan, har hvør almenn bógskrúva skal á tingborð og har hvør lítil vegastubbi skal í eina verklagslóg, er alt ov stirvin og dýr. Vit mugu fáa fleiri rammujáttanir, so at tingið fær tíð at fáast við ordiligan politikk, heldur enn at skula lesa í smálutum, hvat skal gerast við Smyril í dokk í einari eykajáttanarlóg.

 

Hvussu nógv man fíggjarlógararbeiðið ikki kosta í óneyðugari tíðarnýtslu í Aðalráðum til óneyðugar smálutir hvørt ár? Hvussu nógv man tað ikki kosta at fyrireika smáar verklagslógir og lógaruppskot, sum eru alt ov langt niðri í skipanini í detaljum?

 

Fyri einari tíð síðani var ein norskur serførðingur í rakstri, sum starvast í Statoil og eitur Bjarte Bogsnes, í Føroyum og helt fyrilestur fyri vinnulívinum, um hvussu øvugt og ineffektivt tað var, tá man centraliseraði og toppstýrdi meir og meir í takt við, at starvsfólk blívu betri og betri fyri fakliga og initiativmessiga.

 

Vónandi lurtar man í Føroya Landsstýri eftir slíkum tonkum. Tað er umráðandi í hesum tíðum, at vit fáa gjørt almennu Føroyar effektivari og bíligari at reka m.a. við at decentralisera ábyrgd til vælútbúnu starvsfólkini úti á stovnum, so at initiativ í borgaratænastunum aftur kemur í hásæti. Tað almenna skal leiðast úr aðalráðum, ikki stýrast.