Føroya Banki stovnar nú íbirtingarfelag fyri at betra um møguleikarnar hjá íbirtarum at koma í gongd við burðardyggar og nýskapandi verkætlanir.
Ætlanin við felagnum er at seta váðafúsan íbirtingarpening í fyrstu búningarstigini av feløgum ella verkætlanum, ið hava góðar møguleikar fyri vøkstri og avkasti.
Íbirtingarfelagið kemur at leggja størsta dentin á tilgongdina frá hugskoti til felagið, sum íløga verður gjørd í, er búgvið til framtaksfígging.
Felagið kemur sostatt at gera íløgur í tíðarskeiðið, ið liggur undan vanligu íløguni hjá framtaksgrunnum og íløgufeløgum.
Um verkætlanir eydnast væl, er næsta stigið at finna framtaksgrunnar, íløgufeløg og aðrar íleggjarar, úti sum heima, ið kunna fíggja framhaldandi vøksturin.
Sum virkin partaeigari kemur íbirtingarfelagið at hava ávirkan á nevndina í feløgum, sum íløgur verða gjørdar í.
Gingið verður út frá, at stigtakarin til verkætlanina eisini sjálvur ger munandi íløgu í verkætlanina.
Av tí, at váðin hjá einum íbirtingarfelag er størri enn hjá einum vanligum íløgufelag, er kravið til væntaða avkastið nakað størri.
Íløgur verða bert gjørdar í verkætlanir, sum verða skipaðar sum føroyskt skrásett feløg.
Føroya Banki velur nevndina í íbirtingarfelagnum, og eru hesir: Súni Schwartz Jacobsen, Líggjas í Bø og Bárður Nielsen. Líggjas í Bø verður stjóri í felagnum.
Føroya Banki stovnar felagið við einum eginpeningi upp á 10 milliónir krónur.
Corporate Finance í Føroya Banka kemur at hava umsitingina av íbirtingarfelagnum um hendi.