Føroya Banki sítt besta úrslit nakrantíð

Árið í fjør gjørdist eitt sjáldsama gott ár fyri Føroya Banka. Bankin hevði eitt yvirskot áljóðandi 210 mió kr, og nú er so gott sum liðugt við afturføringum frá kreppuni. Bankin er harafturat komin á eitt reelt støði, og er mestsum klárur at privatisera

Roknskapur

?Hetta er besta árið hjá bankanum nakrantíð.
So avgjørdur er Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka, tá hann verður biðin um at meta um ársúrslitið fyri árið í fjør, 2001. Jørn Astrup Hansen, forstjóri í Føroya Banka, tekur fult undir við sjónarmiðinum hjá Janusi, og sum heild eru stór smíl á varranum hjá teimum báðum stjórunum, og hetta er tað eisini orsøk til.
Føroya Banki hevði áðrenn skatt eitt yvirskot áljóðandi 209,7 mió kr. Eftir skatturin er goldin, gevur hetta eitt yvirskot áljóðandi 168 mió kr. Í sjálvum sær er hetta tal ikki størri enn árini frammanundan, men tað er veruliga serstakt, tá hugt verður eftir. hvat yvirskotið stavar av. Orsakað av sváru kreppuárunum fyrst í hálvfemsunum hevur bankin kunnu innført burturleggingar aftur í roknskapin frá teimum góðu 4 mia, sum vórðu skotnar inn í bankan í sambandi við kreppuna. Ì 2000 vórðu 171 mió av yvirskotinum úrslit av burturleggingum, ið vóru góðskrivaðar. Í 2001 var hetta talið ?einans? 25,3 mió, og roknað verður við, at í 2002 verður hetta tal á leið 0. Tað er eisini í burturleggingunum at finna orsøkina til, at Føroya Banki hevur kunnað víst á so ovurhondsstór avlop seinastu árini, og nú er so gott sum liðugt við tí. Tískil metir leiðsla bankans, at talan er um eitt tað besta árið hjá bankanum nakrantíð. So at siga á øllum økjum er vøkstur at hóma.
?Føroya Banki er nú komin burturúr kreppuni, og nú er talan um eitt reelt yvirskot, og hetta ger, at vit kunnu hyggja heilt øðrvísi upp á Føroya Banka, sigur Jørn Astrup Hansen.
Leiðslan fegnast stórliga yvir, at mann nú kann fara at hyggja eftir Føroya Banka sum einhvønn vanligan banka, og nú bankin hevur lagt sjógv til kreppuárini, er støðan rættiliga góð.
?Úrslitið hjá okkum fyri hvørja kostnaðarkrónu er 2,55 kr., og hetta er tað mesta í kongaríkinum, sigur Jørn Astrup Hansen.
Bæði útlán og innlán hjá Føroya Banka er voksin heilt munandi. Innlánini eru voksin við 20,7% til 3.941 mia. Ùlánini eru voksin við 6,3% til 3,36 mia. Góða gongdin í samfelagnum fær ábyrgdina fyri hesa góðu gongd.
?Vit rokna ikki við, at fáa eitt eins gott úrslit fyri 2002, men tað verður væntandi framvegis eitt gott úrslit, og vit kunnu siga, at tað stendur væl til hjá okkum, sigur Janus Petersen.
Eginpeningurin hjá bankanum 1,4 mia kr. Ognirnar hjá bankanum liggja um 6 mia, og bankin hevur síðani 1994, tá bankarnir vórðu lagdir saman útlutað 777 mió kr. til partaeigarar sínar. Góðar 2,4 mia hevur landið tilsamans vunnið burturúr Føroya Banka, síðani 1994. Goldnar verða 75 mió til partaeigararnar, og landið vinnur eisini 42 mió kr. í skatti.
?Føroya Banki skuldi nú verið klárur til privatisering, men óvist er við keypara, sigur Jørn Astrup Hansen.