Nú er kursurin follin á 230, men eina løtu var bankin handlaður fyri kurs 240 Fyrsta hálva tíman á virðisbrævamarknaðinum er Føroya Banki hækkaður nógv í virði.
Síðani bankin varð noteraður klokkan 11 í dag, eru nøkur túsund partabrøv handlað, og kursurin hevur nú lagt seg um tey 230.
Hetta eru sløk 18% meira enn tað, sum partaeigarar í gjar kundu keypa partbrøvini fyri.