Besta mansliðið hjá VÍF stóð seg væl í Atlantic Airways-kappingini í ár og kom í finaluna, sum H71 kortini vann.
Komandi kappingarár ætla vestmenningar aftur at royna at røkka hægstu tindum í kappingini, og aftur verður tað so saman við Føroya Banka.
- VÍF er eitt av dugnaligastu og mest vinnandi feløgunum í føroysku hondbóltskappingini. Tí stuðla vit fegin VÍF í tvey ár aftrat, sigur Sámal Kristian Jacobsen, settur leiðari á Marknaðardeildini hjá Føroya Banka.
Hóast vestmenningar ikki vunnu meistaraheitið í ár, áttu teir besta mannliga spælaran í Atlantic Airways-kappingini, Sámal Joensen. Hann hevur í mong ár skotið eina ørgrynnu av málum fyri VÍF og er fastur á føroyska landsliðinum.
Á gallaveitsluni hjá hondbóltsspælarunum um vikuskiftið fegnaðist Sámal Joensen um útnevningina sum besti spælari og kallaði hana eitt lítið plástur á eitt stórt sár, nú FM-heitið glapp.