-Tað er beinleiðis óseriøst og skeivt at samanbera virðið á Eik Banka og Føroya Banka, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum. Undir kjakinum um ætlanina at einskilja Føroya Banka hevur andstøðan í Løgtinginum lagt landsstýrið undir at ætla at selja bankan fyri lítið og lætt, og virðið hevur verið samanborið við virðið á Eik Banka.
Men tað ber ikki til at bera virðið á teimum báðum bankunum saman, sigur Bárður Nielsen.
Teir báðir bankarnir hava á leið sama eginpening, men meðan virðið á Eik Banka er mett til 3,8 milliardir, so verða heilt onnur og lægri tøl sett á Føroya Banka.
Góða gongdin hjá Eik Banka síðstu árini hevur skapað ein forvæntning um, at Føroya Banki eisini er nógv meira verdur.
-Men bankarnir kunnu ikki samanberast, sigur landsstýrismaðurin við Útvarpið.