Føroya Banki letur 600 milliónir í vinningsbýti

Í sambandi við einskiljingarætlanirnar hjá landsstýrinum hevur leiðslan í Føroya Banka gjørt av at gjalda út 600 milliónir krónur í vinningsbýti, so at tað verður lættari at selja bankan

Árið í fjør royndist væl hjá Føroya Banka, sum hevði 158 milliónir krónur í yvirskoti áðrenn skatt. Úrslitið er tað besta hjá bankanum síðani 2002, og vinningsbýtið, sum bankin letur eigaranum, er tað størsta í søguni. Tær 600 milliónirnar, sum verða latnar í vinningsbýti, fara næstan allar í landskassan, tí landið eigur at kalla øll partabrøvini í bankanum.
 
Kappingin nógv harðnað
Á tíðindafundi í Føroya Banka hósmorgunin greiddi Janus Petersen, forstjóri, frá, at leiðslan er væl nøgd við úrslitið fyri 2005.
- Kappingin millum føroysku peningastovnarnar harðnaði munandi í fjør, og rentan hevur verið metlág. Av somu orsøk er ein munandi minking í rentumuninum millum innlán og útlán, tí bankin hevur eina stóra eginogn í virðisbrævum. Men hetta fer at síggjast betur í úrslitinum fyri 2006, sum vit vænta verður eitt sindur minni enn 2005, sigur Janus Petersen.
Men samstundis er virksemi hjá bankanum vaksið, og á tí økinum hevur tað eydnast at halda inntøkunum á einum nøktandi støði, sigur bankastjórin.
 
Stórur íløguhugur í vinnulívinum
Eftir rentubroytingarnar í fjør summar vuksu útlánini hjá bankanum rættuliga nógv, bæði innan privatkundar og innan vinnulív.
- Tað er ein øgilig gongd í vinnulívinum. Millum annað er nógv byggivirksemi í Havnini, og í heila tikið er stórur íløgur í vinnulívinum, sigur Janus Petersen og vísir á, at í heyst vóru fleiri størri fyritøkur, sum skiftu eigara, og tí vaks útlánið til vinnulív sera nógv seinna hálvár í 2005.
Tað er eingin loyna, at tað er sera stórur áhugi fyri bæði at byggja og keypa sethús, nú rentan er so lág, og fleiri bera ótta fyri, at tað endar við einum skrædli. Hesum er leiðslan í Føroya Banka tó ikki bangin fyri.
- Vit fylgja rentugongdini hjá evropeiska meginbankanum, ECB, og rentan hjá okkum verður tillagað eftir evropeisku rentini. Nú hækkaði rentan eitt fjórðingsprosent herfyri, og eg vænti eisini, at hon hækkar í minsta lagi eitt fjórðingsprosent afturat í ár. Men framvegis er rentan so mikið lág, at tað er eingin vandi fyri einum skrædli, heldur Janus Petersen.