Danskir fjølmiðlar hava gitt, at Føroya Banki er millum peningastovnarnar, sum hava fingið bræv frá Fíggjareftirlitinum, men bankin hevur ikki fingið bræv og fær heldur einki Fíggjareftirlitið hevur sent fleiri donskum peningastovnum bræv, har eftirlitið vil hava upplýsingar um útlánsvirksemið hjá peningastovnunum.
Brævið er sent peningastovnum, sum hava havt ein útlánsvøkstur upp á meiri enn 30 prosent frá 2. hálvári í 2006 til 2. hálvár í ár.
Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka, sigur, at donsku fjølmiðlarnir hava gitt, at Føroya Banki man hava fingið bræv, tí í hesum tíðarskeiðinum var útlánsvøksturin hjá bankanum beint oman fyri 30 prosent.
-Men vit hava ikki fingið bræv frá eftirlitinum, og vit hava eisini fingið at vita, at vit fáa einki bræv, sigur Janus Petersen.