Føroya Banki hevur sett met í ár

Fyrsta ársfjórðing í ár hevði Føroya Banki eitt avlop upp á 411 milliónir, fyri skatt, og tað er met í einum ársfjórðingi

Í sama tíðarskeiði í fjør var avlopið 52 milliónir. Bankin sigur í tíðindaskrivi í morgun, at stóra framgongdin kemst einamest av søluni av partabrøvunum í Bakkafrost, sum gav ein vinning upp á 380 milliónir krónur.

Kjarnukapitalur bankans er ein av teim allar sterkastu í ríkinum, og í

fíggjarkreppuni í 2008 hevði hetta við sær, at bankin fekk fleiri innlán frá

nýggjum viðskiftafólkum. Tí væntar bankin heldur ikki, at endin á

statstrygdini fyri øll innlán í september í ár fer at ávirka bankans gjaldførið

nevnivert. Men hóast hetta hevur bankin valt at tryggja sær so gott

gjaldførið, at Føroya Banki er førur fyri at klára sjálvt tí verstu ? og sera

ósannlíku ? støðuna, har bankin missir øll innlán, sum tá ikki eru dekkaði av

lægru innskjótaratrygdini á 750.000 krónur.