Føroya Banki heldur fram

EB/Streymur spælir eisini við búmerkinum hjá Føroya Banka á bringuni tey bæði næstu kappingarárini. Tað varð staðfest leygarkvøldið, tá EB/Streymur skipaði fyri ársvetislu. Føroya Banki hevur verið høvuðsstuðul hjá EB/Streymi tey bæði seinastu kappingarárini, og við tveimum gull- og tveimum silvurmerkjum er einki at ivast í, at talan higartil hevur verið um lukkuligt hjúnarband millum partarnar. Og nú hava teir so fingið pappír upp á hvønn annan tey bæði næstu árini eisini.