Føroya Banki hækkar rentuna

Órógvin á altjóða fíggjarmarknaðinum hevur nú við sær, at Føroya Banki hækkar rentuna Rentan á summum innlánum í Føroya Banka hækkar 0,75 prosentstig. Lægsta bústaðarrentan hækkar 0,15 prosentstig - úr 6,10 prosentum upp í 6,25 prosent

Eins og flestu peningastovnar fíggjar Føroya Banki ein vaksandi part av sínum virksemi við at læna á altjóða pengamarknaðum. Fíggjarkreppan á pengamarknaðinum hevur havt við sær, at prísurin fyri at læna pengar er hækkaður.

Hetta fær nú Føroya Banka at tillaga fleiri rentur. Lægsta bústaðarrentan hækkar úr 6,10 prosentum upp í 6,25 prosent. Renturnar á billánum hækka 0,5 prosentstig. Aðrar útlánsrentur hækka 0,75 prosentstig.

Eisini fleiri innlánsrentur hækka. Renturnar á 60-ára konto, Lutakonto og Bústaðarkonto hækka 0,25 prosentstig.

Rentan á innistandandi millum 100.000 og 300.000 kr. hækkar 0,75 prosentstig. Rentan á innistandandi millum 300.000 kr. og eina millión krónur hækkar 0,5 prosentstig. Á innistandandi yvir eina millión krónur hækkar rentan eisini 0,5 prosentstig.

Allar rentuhækkingarnar fáa gildi mánadagin 14. apríl 2008.