Føroya Banki eigur nú eisini Phoenix

Føroya Banki hevur aftur keypt sær skip. Hesaferð er tað djúpvatnstrolarin Phoenix, sum bankin sjálvur hevði kravt á tvingsilssølu Føroya Bankii keypti Phoenix á tvingsilsuppboði fyri eina millión og 141.000 krónur. Eingin annar bjóðaði.

Føroya Banki átti eisini einasta veðrættin í skipinum, sum var eitt skaðaloysisbræv upp á 10,3 milliónir krónur. Sjóveðrættarkrøvini, hýrukrøvini, frá manningarfeløgunum vóru upp á eina millión og 140.000 krónur.

Føroya Banki keypti herfyri seks ísfiskatrolarar á tvingsilsuppboði. Teir eru ikki seldir enn.

Kelda: Kringvarpið