Føroya Banki er størsti peningastovnurin á føroyska marknaðinum við 44% av útlánunum og 39% av innlánunum. Bankin bjóðar somu tænastur, sum hinir norðurlendsku bankarnir. Bankin hevur 225 starvsfólk á 20 deildum, sum veita tænastu til 18.000 privatkundar og 1.700 vinnukundar.
Føroya Banki er seinastu árini vaksin munandi og hevur við royndari leiðslu eina visión um at verða leiðandi bankin í Føroyum. Bankin ætlar haraftrat at víðka um vikrsemið uttanlands við bæði at gagnnýta verandi førleikar og at styrkja bankan við nýggjum serkunnleika og førleikum.
Góð fíggjarstøða
Fyrsta ársfjórðing 2007 vuksu nettorentu- og tænastuinntøkurnar við 23% samanborið við 2006. Úrslitið fyri skatt gjørdist 54 milliónir krónur samanborið við 30 milliónir fyrsta ársfjórðing 2006. Vaksandi inntøkustøðið stendst av sunnum vøkstri í útlánum bankans. Í 2006 vuksu útlánini 33% og bara fyrsta ársfjórðing 2007 eru útlánini vaksin 7%.
Føroya Banki væntar ett gott úrslit í 2007 orsakað av munandi vøkstri á øllum økjum umframt góða ávirkan av nýggjum virksemi. Bankin væntar í 2007 ein samlaðan vøkstur í útlánunum upp á 1,2 milliardir krónur og nettorentu- og tænastuinntøkur á 320-340 milliónir. Útreiðslurnar økjast væntandi samanborið við 2006 orsakað av hækkaðum útreiðslum til KT, marknaðarføring og starvsfólk, men útreiðslurnar fyri hvørja inntøkukrónu fara væntandi at falla. Bankin væntar eitt úrslit áðrenn burturleggingar og skatt á 145-165 milliónir krónur, og eitt úrslit eftir skatt á 135-155 milliónir.
Fíggjarliga mál bankans er ein árligur vøkstur í nettorentu- og tænastuinntøkunum á 10% og í longdini ein renting av eginognini á 12% eftir skatt. Haraftrat hevur bankin sum mál at minka solvensin niður í 12%.
Partabrævaútboðið
Partabrævasølan verður framd í sambandi við at Føroya Banki verður privatiseraður, so sum løgtingið gjørdi av í 2006. Seljandi partaeigarin er Fíggingargrunnurin frá 1992, sum undan søuni eigur 99,4% av partapeninginum í bankanum. Útboðin verða 6 milliónir partabrøv gjøgnum alment útboð í Føroyum, Íslandi og Danmark umframt eitt altjóða útboð til stovnsligar íleggjarar. Harumframt ein rættur til yvirtillutan á 600.000 partabrøv aftrat. Eftir útboðið fer Fíggingargrunnurin frá 1992 væntandi at eiga 39,4% av partabrøvunum ella 33,4%, um rætturin til yvirtillutan verður brúktur til fulnar.
Sølukursurin verður lagdur fastur millum 162 og 189 krónur eftir bookbuilding-háttinum.
Tekningartíðarskeiðið
Tekningartíðarskeiðið verður væntandi frá og við 11. juni til 19. juni. Latast kann aftur fyri móttøku av ordrum upp í tvær milliónir krónur, áðrenn latið verður aftur fyri øðrum útboðum, tó í fyrsta lagi 13. juni klokkan 17 danska tíð.
Gjaldast skal fyri útbodnu partabrøvini í donskum krónum. Útbodnu partabrøvini verða væntandi latin elektroniskt tann 26. juni 2007 gjøgnum Værdipapircentralen, Eurolear og Clearstream ímóti kontantum gjaldi. Handil við partabrøvum á ICEX og Københavns Fondsbørs undir navninum FO-Bank byrjar væntandi um 21. juni 2007.










