Føroya Banki 180 milliónir í avlopi

Avlopið hjá Føroya Banka í 2007 var 180 mió. kr. Eftir skatt var úrslitið 144 mió. kr. Av avlopinum rindar Føroya Banki 45 mió. kr. í vinningsbýti til partaeigararnar Netto rentu- og tænastuinntøkurnar øktust úr 275 milliónum krónum í 2006 upp í 339 milliónum krónum í 2007 svarandi til ein vøkstur upp á 23 prosent. Kursvinningurin hjá bankanum trífaldaðist úr 7 milliónum krónum í 2006 upp í 23 milliónum krónum í 2007.

Útlánini í Føroya Banka við árslok í 2007 vóru 7,5 milliardir krónum. Økingin samanborið við 2006 var 2,1 milliard ella 39 prosent. Innlánini í 2007 vóru 5,5 milliardir samanborið við 4,6 milliardir krónur í 2006. Økingin var 17 prosent.

Starvsfólka- og umsitingarútreiðslurnar øktust úr 154 upp í 206 milliónir krónur. Ein stór øking stóðst av dótturbankanum undir stovnan í Danmark. Aðrar økingar stóðust av, at fleiri fólk vórðu sett í starv, at lønirnar hækkaðu, og at bankin hevði munandi útreiðslur av børsskrásetingini og samleikaskiftinum í 2007.

Samanlagda úrslitið í 2007 á 180 milliónir krónur var eitt vet lakari enn í 2006, tá avlopið var 193 milliónir krónur. Hetta komst av, at munandi færri afturføringar av burturleggingum vóru í 2007.

Rentingin av eginognini í 2007 var 11,1 prosent samanborið við 13,7 prosent í 2006.

Eginpeningurin í Føroya Banka eftir vinningsbýtið á 45 milliónir krónur er 1.345 milliónir krónur. Við árslok í 2006 var eginpeningurin 1.246 milliónir krónur. Solvensurin er nú 17,9 prosent samanborið við 23,8 prosent í 2006.

Fíggjarjavnin í Føroya Banka er nú 9,6 milliardir krónur samanborið við 7,2 milliardir krónur í 2006. Fíggjarjavnin er øktur 33 prosent.