Føroya Banki 100 ár

Nú Føroya Banki verður 100 ár, verður serstøk minniskróna gjørd. Somuleiðis verður nýggj bók í løtuni skrivað um bankan

300.000 kr. vórðu teknaðar í partapeningi, tá føroyingar fyri 100 árum síðani fingu sín fyrsta banka. Arbeiðið við hesum hevði tá verið ávegis í eina tíð. Longu í 1903 varð spurningurin lagdur fyri løgtingið, og í 1904 vendi serstøk nevnd sær til danska Landmansbanken, sum varð biðin um at lata upp deild í Føroyum.

Úrslitið gjørdist, at Føroya Banki varð stovnaður við 300.000 krónum í partapeningi. Føroyingar kundu tekna helmingin av partapeninginum, men vóru varnir og teknaÝu 14.400 krónur.

Føroya Banki fór til verka 1. mars í 1906 í húsunum hjá Vilhelm Poulsen í Niels Finsensgøtu, sum tá æt Nyevej, og flutti í november sama ár í nýggj høli í Tórsgøtu. Bygningurin har, sum nú hýsir Tilhaldinum, kostaði 60.000 krónur.

Virksemið hjá Føroya Banka vaks støðugt frá 1906 til 1914. Við árslok í 1906 vóru innlánini í bankanum 146.000 krónur. Átta ár seinni vóru tey 820.000 krónur. Útlánini øktust hesi átta árini úr 72.000 krónum upp í 178.000 krónur.

Føroya Banki læt upp sína fyrstu deild uttan fyri Havnina á Tvøroyri í 1922. Næsta avgreiðslan uttan fyri Havnina varð latin upp í Miðvági í 1943. Góð 10 ár seinni læt bankin upp deild í Klaksvík. Tað var í 1955.

Samanlagdur banki

Føroya Banki hevði høvuðsskrivstovu í Tórsgøtu frá 1906 til 1958, tá flutt varð inn í nýggja stásiliga bygningin millum Niels Finsensgøtu og Tórsgøtu. Bygningurin kostaði tvær milliónir krónur og var við sínum fimm hæddum ógvusligur á at líta tá.

Í 1932 fekk Føroya Banki kapping frá nýggja Sjóvinnubankanum. Henda kappingin vardi í 60 ár og helt uppat, tá bankarnir í nítiárunum vórðu lagdir saman.

Samanlagdi bankin varðveitti navnið Føroya Banki og fekk sær búmerkið hjá Sjóvinnubankanum. Í dag hevur bankin høvuðsskrivstovu í bygninginum, sum Sjóvinnubankin læt byggja við Húsagøtu í Havn.

Føroya Banki hátíðarheldur 100 ára føðingardagin við fleiri spennandi tiltøkum og tilboðum til kundarnar í ár. Lagt verður fyri við at almannakunngera nýggja 100 ára merki bankans, sum Reproz hevur gjørt. Tað er ein gullkróna við eyðkenda sjómanninum og innskriftini "Føroya Banki 1906-2006 100 ár - yngri enn nakrantíð.

- Hóast heila øld gamal leggur Føroya Banki støðugt dent á at vera nýskapandi og fylgir við tíðini. Í herdu kappingini ræður um at ganga á odda við teimum bestu tænastunum, og hvønn dag strongir bankin á at fremja hendan setning í verki," sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka.

Bókaútgáva og kundatiltøk

Millum mongu tiltøkini, Føroya Banki skipar fyri í ár, er ein forkunnug bókaútgáva um søguna hjá bankanum. Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi forstjóri, stendur saman við Jóan Paula Joensen, professara, fyri at greiða arbeiðið úr hondum. Bókin verður útgivin í heyst.

Føroya Banki fer eisini at skipa fyri stórum kundatiltøkum kring landið. Tey verða almannakunngjørd so hvørt. Hesa vikuna verða allar deildir bankans prýddar við nýggja hátíðarmerkinum og føroyskum fløggum, og bankin bjóðar kundunum okkurt søtt undir tonnina.
Á komandi aðalfundi, tá ársfrágreiðing og ársúrslit verða løgd fram, verður eisini gjørt burtur úr 100 ára føðingardegnum.