Føroya Arbeiðsgevarafelag: Verkfallið er ábyrgdarleyst

? Tað, sum vit hava bjóðað, er ein lønarhækking, sum er nógv hægri enn væl er fyri samfelagið, sigur Vilheml M. Johannesen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

Verkfall


? Vit halda, at verkfallið er ábyrgdarleyst. Hetta er eitt verkfall, sum kostar bæði vinnulívi og samfelagi dýrt.

Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, harmast um, at tað ikki eydnaðist at fáa semju ílag ímillum Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Uppskotið, sum feløgini vrakaðu, líktust tí, sum Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag góðtóku seinnapartin í gjár.

? Samanlagt er talan um ein lønarvøkstur upp á sløk 12%, og er hetta í neyvum samsvari við aðrar avtalur, sum eru gjørdar bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum, sigur Vilhelm M. Johannesen.

Hann sigur, at tað kom óvart á hann, at Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag vrakaðu semingsuppskotið.

? Her stóð teimum í boði at fáa størsta lønarvøksturin í nýggjari tíð.

Formaðurin í Arbeiðsgevarafelagnum sigur, at onnur fakfeløg hava verið væl nøgd við støðið, sum er lagt.

? Hinvegin hava arbeiðsgevarar himprast við tann lønarvøksturin, sum feløgini hava fingið, tí hann er so ógvusligur, at hann kann skeikla føroyska búskapin.

Hann sigur, at Arbeiðsgevarafelagið heldur, at verkfallið er púra óneyðugt, tí hvørki Føroya Arbeiðarfelag ella Havnar Arbeiðskvinnufelag kunnu rokna við betri úrsliti aftaná eitt møguligt verkfall.

Frammanundan er eitt sera høgt støðið lagt í semjum við onnur feløg á arbeiðsmarknaðinum og tí skulu Føroya Arbeiðarafelag og Havnar arbeiðsmannafelag ikki vænta at fáa meiri.

?Tað støðið, sum er lagt, fara vit at halda okkum til, eisini í samráðingunum, sum nú eru slitnaðar, sigur Vilhelm M. Johannesen.


Stríð ímillum feløg

Hann sigur, at Arbeiðsgevarafelagið ásannar eisini, at ósemjan ímillum arbeiðarafeløgini kann verða ein av orsøkunum til, at Føroya Arbeiðarafelag gjørdi av at fara í verkfall.

Hann vísir á, at í semjuni, sum týsdagin varð gjørd við Havnar Arbeiðsmannafelag og arbeiðarafeløgini í Klaksvík, vunnu tey inn aftur tann lønarmun, sum kom í undir seinastu samráðingunum, tá ið Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag fingu ein betri sáttmála á ávísum økjum, enn Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík fingu.

? Vit taka undir við, at arbeiðsfólkið fær somu løn fyri sama arbeiði um alt landið, og tí var tað sjálvsagt at javna tann mun, sum var íkomin, sigur Vilhelm Johannesen


Kappingarførið versnar

Annars vísir Vilhelm Johannesen á, at við teimum lønarhækkingum, sum semja nú er gjørd um á arbeiðsmarknaðinum, fer kappingarførið í framleiðslu og útflutningsvinnuni ar versna munandi.

Í meðal er lønarvøksturin í Evropa lum 3 % um árið. Vit kunnu eisini staðfesta, at grundlønin í Føroyum nú verður 6,7 % hægri enn í Danmark, sigur hann.

Hann sigur, at hendan gongdin kann ikki halda fram, tí missur útflutningsvinnan kappingarførið, fara bæði arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar at tapa í longdini.