Føroya Arbeiðarafelag: Skulu krevja 20% í lønarhækking

?Føroya Arbeiðarfelag fer nú at orða krøvini, sum skulu leggjast fyri arbeiðsgevararnar, nú samráðingar verða um nýggjan sáttmála. Á aðalfundinum um vikuskiftið, vórðu nøkur krøv umrøtt

 

To:

Subject:


Sáttmálasamráðingar


? Tað er ikki órímiligt at krevja eina lønarhækking upp á 20%.

Tað varð ein niðurstøða á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðarafelag um vikuskiftið.

Á aðalfundinum vórðu sáttmálasamráðingarnar eyðvitað umrøddar. Og eftir fundin er tað greitt, hvørji nøkur av krøvunum verða. Hinvegin varð ongin niðurstøða gjørd um sjálvt høvuðskravið, sum er lønarhækkingin.

Men nevnt varð, at tað hevði ikki verið órímiligt at kravt eina lønarhækking upp á 20%.

Arbeiðarafeløg í Eysturoynni løgdu beinleiðis uppskot fyri aðalfundin um at samtykkja, at lønarkravið skuldi vera 20 %.

Ongin niðurstøða varð gjørd um hetta. Men ført varð fram, at tað hevði ikki verið órímiligt, ikki minst tá ið hugsað var um kanningina, sum grannskoðaravirkið, Rasmussen og Weihe, hevur gjørt um livikorini hjá arbeiðsfólki, og sum vit greiddu frá í Sosialinum týsdagin og í gjár.

Ført varð fram á aðalfundinum at eftir teirri kanningini skal tímalønin hækka minst 15 krónur fyri at nakað sum helst skal vera eftir til klæðir, skógvar, bil, tryggingar, húsarhaldstól, umvæling av húsum, ella stutt sagt, um eitt oyra skal vera eftir nakað annað enn til tað, sum er lívsneyðugt til lívsins uppihald, tvs. rentur, avdrátt, mat olju, streym, telefon, útvarps- og sjónvarpsgjald.


Onnur krøv

Hinvegin er tað greitt, hvørji onkur av hinum krøvunum verða.

Eitt nú samtykti aðalfundurin at heita á stjórnina í Føroya Arbeiðarafelag at seta tað fram sum eitt krav, at seinasta brotið í grein 17 skal strikast.

Hetta er greinin, har reglarnar um uppsagnartíð av arbeiðsfólki, standa. Har sigur tað síðsta petti, at reglarnar um uppsagnartíð eru ikki galdandi um stegðgur kemur í arbeiði vegna rávørutrot ella veður.

? Sostatt kann arbeiðsgevari lættliga skáka sær undan reglunum um uppsagnartíð. Er talan um eitt flakavirki, skal arbeiðsgevarin bara lata vera við at keypa fisk í tveir dagar, so sleppur hann undan uppagnartíðini.

Ingeborg Vinther ásannaði, at hetta var ein sera óheppin orðing og at tey fóru at leggja alla orku í at fáa hetta burtur úr sáttmálanum.

Somuleiðis varð tað samtykt, at eitt krav skal vera, at fáa reglar um aldursviðvbøtur við í sáttmálan.

? Sum sáttmálin er nú, fáa tey, sum akkurát byrja í einum arbeiði, somu løn sum tey, ið hava arbeitt í sama yrki í fleiri ár og tískil hava drúgvar royndir.

? Tað halda vit er heilt órímiligt og hetta er eitt mál, sum vit fara at leggja stóran dent á í sáttmálasamráðingunum, segði Ingeborg Vinther fyri aðalfundinum.

Somuleiðis er tað greitt, at eitt av krøvunum til arbeiðsgevararnar verður at yvirtíðin frá á midnátt til klokkan átta á morgni skal vera 100% allar dagar, eisini leygardagar.

Í løtuni er yvirtíðin fyri náttararbeiði 60%.

Víst verður á, at flest allir aðrir bólkar, eitt nú handverkarar, fáa tvífaldaða tímaløn fyri náttarbeiði ímillum midnátt og klokkan átta á morgni.

Samstundis verður tað eitt av krøvunum, at arbeiðsfólk skulu hava ókeypis arbeiðsklæðir. Ætlanin er eisini at tey, sum hava til arbeiðis at spula fiskakassar, skulu fáa viðbót fyri skitið arbeiði.

Annars fer Føroya Arbeiðarafelag nú, eftir aðalfundin, at orða tey endaligu krøvini til arbeiðsgevaran.