Føroya Arbeiðarafelag og arbeiðsfólkið hjá IRF seta hart móti hørðum

Sum upplýst er í fjølmiðlunum, so hevur IRF í umbúna at siga fleiri arbeiðsfólk úr starvi.

TÍÐINDASKRIV

Leiðsla felagsins sigur, at nevndu uppsagnir er liður í teimum sparingum, sum neyðugar eru.

Føroya Arbeiðarafelag og arbeiðsfólkið hevur fingið upplýst, at ætlanin er at gera munandi broytingar í mannagongdunum t.d. í sambandi við innsavningina, har ætlanin er at tey 5 innsavningarøkini nú skulu leggjast saman til 4 økir.

Arbeiðsfólkið hevur m.a. víst á:
-at nevndu uppsagnir og umleggingar fara at føra við sær, at arbeiðsbyrðan hjá arbeiðs-fólkinum verður økt enn meira, uttan at lønin fer at hækka samsvarandi,
-at arbeiðsfólkið er samt um, at nokta at átaka sær hesa øktu arbeiðsbyrðu,
-at ógjørligt verður hjá arbeiðsfólkinum at klára hesar øktu arbeiðsbyrðuna,
-at um uppsagnirnar og umleggingarnar verða framdar, so fer IRF ikki at kunna røkja skyldur sínar móti komununum og borgarunum í limakommununum,
-at leiðslan fyri IRF ikki tykist hava skilt hvørjar avleiðingarnar av uppsagnunum og umleggingunum verða,
-at starvsfólkið í umsitingini støðugt er økt og at uml. 12 fólk nú starvast í umsitingini,
-at ætlaðu uppsagnirnar ikki fara at føra við sær nakrar sparingar.

Á fundi í Leirvík tann 8. januar varð einmælt samtykt at senda stjóranum fyri IRF skrivligt mót-mæli, har víst verður á, at um uppsagnirnar verða framdar, so má leiðsla standa við ábyrgdini fyri teimum avleiðingum hetta fer at hava.

Hjálagt er orðingin av nevnda mótmælisskrivi, sum eisini verður sent nevndini fyri IRF og limakomununum.

Bæði Føroya Arbeiðarafelag og arbeiðsfólkið vóna, at nevndin og limakommunurnar fara at taka stig til, at nevndu uppsagnir ikki verða framdar, tí hesar ætlanir eru enn eitt dømi um, at ein leiðsla ikki megnar uppgávur sínar, og so brúkar arbeiðsfólkið sum syndabukk, og hetta fer Føroya Arbeiðarafelag ikki at góðtaka.

Tórshavn, 09. jnauar 2004

Føroya Arbeiðarafelag