Føroya Arbeiðarafelag fingið nýggjan lim í stjórnina

Harry Benjaminsen av Toftum er nýggjur stjórnarlimur í landsins størsta fakfelag

 

Stjórnarskifti

Áki Bertholdsen



Føroya Arbeiðarafelag fekk ein nýggjan lim í stjórnina á aðalfundinum um vikuskiftið.

Tey, sum stóðu fyri vali, vóru Ingeborg Vinther, formaður, Elias Hansen, næstformaður og Kári Jacobsen.

Úrslitið av nevndarvalinum var, at Harry Benjaminsen av Toftum varð valdur í stjórnina fyri Kára Jacobsen úr Vági.

Kári Jacobsen kom í stjórnina í Føroya Arbeiðarafelag í 1994 og hevur sitið síðani.

Harry Benjaminsen var tiltakslimur í nevndini, men er nú stjórnarlimur.

Men hvønn limirnir vilja hava til formann var ongin ivi um. Ingeborg Vinther fekk at kalla hvørja atkvøðu á aðalfundinum og hon heldur tí fram sum formaður í minst tvey ár afturat.

Fyrsti tiltakslimur í Føroya Arbeiðarafelag er Karla Einarsson úr Runavík, annar tiltakslimur er Steingrím av Vollanum úr Fuglafirði og triði tiltakslimur er Albert Johannesen úr Hvannasundi.