Føroya Arbeiðarafelag boykottar virki í Lopra

?Eigarin rennur undan trupulleikunum alla tíðina og nú er tolið uppi, sigur Ingeborg Vinther

 

Boykott


Eitt fiskavirki, sum ætlanin var at seta á stovn í Lopra, hevur fingið tað ringast hugsandi byrjanina. Tí longu áðrenn fyrsti sterturin er virkaður, hevur landsins størsta fakfelag, Føroya Arbeiðarafelag, gjørt at boykotta virkið.

Føroya arbeiðarafelag hevur gjørt av at nokta limum sínum at hava nakað sum helst við virkið at gera.

Sostatt kunnu limir í Føroya Arbeiðarafelag t.d. ikki avgreiða fisk, sum hetta virkið keypir á uppboðssøluni, hvørki at fáa fiskin av uppboðssøluni, ella lossa, ella koyra, ella nakað annað.

Og undir slíkum umstøðum, verður tað ómetaliga trupult, fyri ikki at siga heilt ómøguligt hjá virkinum at fáa nakran fisk at arbeiða.


Rýmir undan

Talan er um fiskavirkið Viking Fisk, sum Hendrik Tausen hevur.

Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at viðurskiftini hjá hesum virkinum eru so ógreið, at tiltøk verða sett í verk ímóti til, tí viðurskiftini eru fingin í rættlag aftur.

?Virkið hevur flutt fleiri ferðir. Fyrst var tað í Vík, síðani í Fuglafirði og seinast var tað í Oyndafirði, áðrenn tað nú er flutt suður til Lopra. Samstundis hevur hann skift partafelag einar fýra, fimm ferðir.

Ingeborg Vinther sigur, at allastaðni, har virkið hevur verið, hevur arbeiðarafelagið havt stórar trupulleikar at fáa eigaran at røkja síni viðurskifti, eitt nú at gjalda limagjald, eftirlønargjald og lívstrygging.

? Vit hava havt stríð av honum alla tíðina. Hann vil ikki røkja sínar skyldur, fyrrenn hann er trýstur til tað. Og hvørja ferð trupulleikarnir á einum stað hópa seg nóg nógv upp, stingur hann av og flytir onkra aðrastaðni.

? Hann er heldur ikki limur í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

? Ein trupulleiki er eisini, at hesin arbeiðsgevarin hevur 1inar 10-15 teilendingar í arbeiði.

Men Ingeborg Vinther sigur, at Føroya Arbeiðarafelag vil eisini hava prógv fyri, at hesi fólkini fáa í løn.

? Vit hava fingið kærur um, at tey fáa ikki meiri enn 30 krónur um tíman. Men tað er vónleyst at fáa at váttan fyri, at tey fáa sáttmálaásettu tímalønina. Vit hava ikki sæð ein einasta tímaseðil og vit sleppa heldur ikki í samband við sjálvt arbeiðsfólkið.

? Nú er tolið uppi og tí hava vit steðgað arbeiðsplássinum.

Ingeborg Vinther sigur, at tiltakið ímóti arbeiðsplássinum, verða ikki avblást, fyrrenn Føroya Arbeiðarafelag hevur fingið trygd fyri, at arbeiðsgevarin ætlar at røkja sínar skyldur, mótvegis fakfeløgunum og at hann rindar arbeiðsfólkinum lønina, sum er ásett í sáttmálanum

Sambært útvarpinum, hevur heilsufrøðiliga Starvsstovan eisini havt trupulleikar av sama arbeiðsgevara. Eitt nú var tað komið so langt, at Starvsstovan gav einaferð boð um at steingja virkið hjá honum, tí tað gekk so illa at fáa hann at lúka treytirnar í matvørulógini.

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á manninum, men við útvarpið vísti hann kærunum frá Føroya Arbeiðarafelag frá sær og hann segði samstundis, at tær fáa lønina, sum er ásett í sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Orsøkin til, at hann hevur teilendingar í arbeiði er, at føroyskt arbeiðsfólk var ikki at fáa, táið hann byrjaði virkið í Oyndafirði.