Føroya Arbeiðarafelag 75 ár


 

Mánadagurin verður ein merkisdagur ein stórur í føroyskari fakfelagssøgu. Tí hendan dagin fyllir landsins størsta fakfelag, Føroya Arbeiðarafelag 75 ár.

Tað var fyrst í hesi øldini, at arbeiðsfólk kring landið fóru at taka seg saman í fakfeløg. Fyrsta veruliga fakfelagið varð stovnað, tá ið Enigheden á Tvøroyri, varð sett á stovn. Enigheden hevur seinni fingið navnið Arbeiðsmannafelagið Fylking.

Síðani blivu feløg eisini stovnað í Havn í 1916, í Vági í 1920, í Klaksvík í 1923 og aðrastaðni við.

Men tað var ikki nógv samband ímillum feløgini tá á døgum Tó var eitt ávíst samstarv ímillum tey bæði elstu feløgini, Enigheden á Tvøroyri og Havnar Arbeiðsmannafelag. Men skipað samstarv var onki.

Men í 1925 vórðu stig tikin til at savna øll arbeiðarafeløgini í ein landsfelagsskap og kallað varð til fundar í hølunum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag tann 17. desember í 1925.

Hesin fundurin varð drúgvur og um kvøldið varð hann niðurlagdur. Men dagin eftir, 18. desember, varð hann tikin uppaftur, og tá varð Føroya Arbeiðarafelag formliga stovnað. Samstundis vórðu lógir samtyktar og nevnd vald.

Tey, sum vóru við til at stovnað felagið, vóru Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Enigheden á Tvøroyri, Framtíðin í Vági og Føroya Fiskimannafelag.

Fyrsti formaður í Føroya Arbeiðarafelag var Maurentius viðstein.

Síðani tá hevur felagið havt eina skiftandi lagnu. Eitt nú eru Fiskimannafelagið og feløgini í Klaksvík og í Havn farin burturúr. Men síðani eru nógv onnur feløg komin uppí, so at Føroya Arbeiðarafelag nú fevnir um øll arbeiðarafeløgini í landinum, uttan feløgini í Havn og í Klaksvík.

Í 1964 hendi ein kollvelting í virkseminum hjá felagnum, tí ið keypti FA hús við Tjarnadeild. Og seinni, í 1981, varð alt Vallaraheimið, sum lá á sama stykki í Tjarnadeild, keypt, so har hevur Føroya Arbeiðarafelag nú bæði umsiting og fundarhøli.

Síðani hevur Føroya Arbeiðarafelag ment seg til eitt sterkt og vælskipað felag, sum umframt at røkja sáttmálasettu rættindini hjá limunum, eisini hevur sett á stovn bæði verkfallsgrunn og harafturat eisini ymsar sosialar skipanir fyri limirnar. Eitt nú hevur felagið bæði sjúkragrunn og lívstrygging og tað hevði eisini í nøkur ár verðið arbeitt við at seta eftirlønarskipan í verk í nøkur ár. Men, nú Landsstýrið barslaði við sínari eftirlønarætlan, er tað óvist, hvussu verður við øðrum ætlanum.

Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, er sjálv fjórða á skrivstovuni hjá felagnum.

Í sambandi við hátíðardagin, fara vit í blaðnum í dag og í morgin, at hava samrøður við Ingeborg Vinther, sum nú hevur verið formaður í Føroya Arbeiðarafelag í 20 ár. Vit tosa við hana um tíðina í Føroya Arbeiðarafelag, eitt sindur um framtíðina og um ymisk mál, sum eru uppi í tíðina. Samrøðurnar verða prentaðar í blaðnum í dag og í morgin