Førleiki í útlegd

Í sambandi við verkætlanina, Førleiki í útlegd, sum verður almannakunngjørd í februar 2009, hevði Sendistovan í London eitt tiltak í Aberdeen fyri lesandi og útisetum. Endamálið var at hava eitt orðaskifti, sum kundi geva nakrar ábendingar um, hvørja fatan lesandi og útisetar hava av vinnulívinum og samfelagnum sum heild eftir at hava búð í einum øðrum landi.

Á tiltakinum greiddi Rógvi Absalonsen frá sjálvari verkætlanini og Marita Rasmussen, stjóri á Vinnuhúsinum, greiddi frá hvussu vinnulívið er broytt seinastu árini. Endamálið við tiltakinum var, at fáa betri greiðu á, hvat útisetar síggja sum eitt spennandi vinnulív og samfelag. ? Føroyska samfelagið kann á onkran hátt líknast við eina vøru, sum skal marknaðarførast. Tá er altíð umráðandi at kanna málbólkin fyrst, soleiðis at vit vita hvat tey vilja hava. Í hesum føri er málbólkurin føroyskir útisetar, sum vit fegin vilja hava heimaftur at starvast, segði Áki Johansen eftir tiltakið.

Tað er Rógvi Absalonsen, starvslesandi á sendistovuni, ið stendur fyri verkætlanini, sum bæði verður sambærilig við og eisini eitt framhald av frágreiðingini ?Hví føroyingar búseta seg í Danmark?, sum Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi stendur fyri.

Verkætlanin skal fyrst og fremst kanna samleikakenslur og hugburðar hjá lesandi og útisetum í Bretlandi, og hvussu hetta kann ávirka framtíðarætlanir teirra.

Verkætlanin er stuðlað av Sendistovuni, Tórshavnar Kommunu, Mentamálaráðnum, Eik og Atlantic Airways, skrivar Sendistova Føroya í London.