Førleikar heldur enn sparingar

Okkara skúlabørn eiga at duga betri at lesa og rokna. Tað staðfesta kanningar, sum Mentamálaráðið sjálvt hevur tikið stig til at gera. Tí er tað spell at Mentamálaráðið, fyrisitingarliga, velur sparing sum amboð, heldur enn væl grundaða menning, heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn

- Greiðar ábendingar hava verið í mong ár um, at skúlin og undirvísingin verða løgd út til kommunurnar at umsita. Tað er í lagi.

- Men tað er ikki í lagi at avmontera skúlan, sum Mentamálaráðið nú ger við eini stuttskygdari spariætlan, og síðani lata alt til kommunurnar, sigur Heðin Mortensen borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Hann vísir á, at kommunurnar gera alt tað, tær eru mentar at varðveita ein góðan skúla, ið byggir á galdandi lógir, bæði sum lærustovnur hjá børnum, arbeiðspláss hjá vaksnum og sum mentadepil hjá foreldrum og fólki í nærumhvørvinum.

- Sum borgarstjóri í høvuðsstaðarkommununi taki eg fult undir við útalilsunum hjá formanninum í Føroya lærarafelag í Skúlablaðnum í dag, har víst verður á tað skilagóða í at varðveita eitt næmingatal í skúlastovunum, sum er nærri 18 heldur enn 26 í hvørjari floksstovu.

- Av skattaborgarans peningi brúka vit nógva orku at byggja nýggjar skúlar og bjóða nýggjar undirvísingarhættir. Stuttskygd sparing hevur aldri verið partur av okkara skúlapolitikki. Vit arbeiða í heildum og taka førleikakanningar, sum tær hjá Mentamálaráðnum, til eftirtektar. Í Tórshavnar kommunu vilja vit bara bjóða skúlabørnum tað, sum sakkunnleikin sigur er tað besta. Hvørki meir ella minni, sigur borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu.

Hann heldur, at førleikakanningarnar hjá Mentamálaráðnum krevja ein betri skúla. Men uttan lykil kunnu vit ikki lata dyrnar upp í framtíðarskúlanum.

- Lykilin liggur í Mentamálaráðnum og eitur tímajáttan, sigur hann.