Førleikamenning, drukk og demens

Felagið Synergi hevur trý sera áhugaverd skeið á skránni komandi tíðina

Tíðindaskriv


Tá foreldrini drekka
Arbeiðir tú dagliga við børnum og ungum, og hevur varhugan av, at nøkur av "tínum" børnum hava tað ringt heima, orsakað av at annað ella bæði foreldrini eru alkoholikarar? Skalt tú bara lata sum luft, ella skalt tú "blanda" teg? - Skeið fyri pedagogar, lærarar, ítróttarleiðarar og onnur sum dagliga eru um børn og ung í Føroyum. Kostnaður kr. 1.650,- íroknað fullan kost. Tilmeldingarfreist 1. apríl.

DEMENS - Betri lívsgóðsku við Minnisvirksemi
Flestu teirra, sum arbeiða innan eldraøkið, kenna tað aftur, at tosa um gamlar dagar við tey gomlu. Men dugir tú at brúka háttin tilætlað og sum ein virknan leiklut í arbeiðinum? Hetta er eitt 2? daga skeið fyri starvsfólkum, sum øllum teimum sum arbeiða innan Eldraforsorgina. Kostnaður kr. 2.550,- íroknað fullan kost. Tilmeldingarfreist 4. apríl.

Grundútbúgving í Supervisión
í Føroyum, samstarv við Den Sociale Højskole í Keypmannahavn. - Kundi tú hugsað tær, at Supervisión var ein fastur og náttúrligur partur av av arbeiðinum? Kundi tú hugsað tær at verið tann, ið fekk Supervisión í lag, á tínum arbeiðsplássi? Hetta er ein útbúgving, sum er fyri fólk í arbeiða við menniskjum. Kostnaður kr. 15.880,- íroknað fullan kost í 14 dagar. Max. 20 luttakarar. Tilmeldingarfreist 12. apríl.

Vilt tú vita meira, so vitja heimasíðuna hjá Synergi - www.synergi.fo - tað loysir seg!