Síðani hevur kappingarnevndin hjá FSF viðgjørt málið, og teir góvu KÍ eina bót upp á 10.000 krónur. Hetta vóru dómararnir ikki nøgdir við, tí teir hildu, at revsingin ikki var nóg hørð. Í staðin fyri gula kortið, vildu dómararnir hava FSF at geva KÍ reyða kortið. Meirilutin av dómarunum, sum møttu á enum fundi í Havn, avgjørdu at fara í verkfall, men hetta fór nevndin í Fótbóltsdómarafelagnum síðani at arbeiða ímóti. Og tað eydnaðist nevndini at forða fyri einum verkfalli. Partur av loysnini kallaðist ein fundur við FSF um, hvussu trygdin hjá dómarum og spælarum framyvir kann betrast.
Og úrslitið av hesum fundi kom týsdagin. Nú skulu trygdarfólk ansa eftir, at dómarar og spælarar fáa frið á leiðini til og frá vøllinum. Eisini skal ein sokallaður trygdargeiri gerast frá skiftirúmunum og til vøllin. Nú skal eingin kunna klappa spælarar á herðarnar, og verður onkur tikin við labbunum í kakudósini, so er tað bara út av vaktini.
Úrslitið av fundinum millum fótbóltsdómararnar og FSF er fullkomiliga óføroyskt, og hóast vit á ongan hátt ætla at verja slíka hending, sum eftir øllum at døma fór fram til dystin í Klaksvík herfyri, so tykist nýggja stigið hjá FSF verða sum at skjóta stara við kanón. Føroyskur fótbóltur er so at siga altíð føroyskur - tað vil siga, at tað er púra óvanligt, at fólk gera seg inn á spælarar, venjarar ella dómarar - og at tað nú skal vera neyðugt við trygdarfólki og trygdargeira til fótbóltsdystir í Føroyum ljóðar fullkomiliga burturvið.
Jú, gamaní eiga tað at finnast fólk í øllum feløgum, sum eru til reiðar at traðka til, um okkurt er áfatt, og soleiðis er eisini tann dag í dag. Men at fara at skipa hesi fólk í trygdarlið (óvápnað, sum vit hava skilt), og lata tey verja ein geira frá vøllinum til skiftirúmini er líka tápuligt sum tað ljóðar. Hvussu í allari víðu verð hugsar FSF at smærru feløgini skulu mobilisera vaktarlið vikuskifti eftir vikuskifti, skipa fyri trygdargeira og annars halda teimum 50 ela 100 áskoðarunum burtur frá spælarum og dómarum? Hetta er óføroyskt, og fer fyrst og fremst at raka tey smærru feløgini. Í Havn ella í Klaksvík fer neyvan at vera nakar trupulleiki at avbyrgja eitt øki frá skiftirúmunum og til vøllin, men tað verður tað nógva aðrastaðni.
Føroysku fótbóltsdómararnir og Fótbóltssambandið áttu at sligið kalt vatn í blóðið og funnið eina meira rímuliga og føroyska loysn á trupulleikanum. At onkur idiotur hevur givið einum linjuverja eitt skump ella slag eigur ikki at gera tann fólksliga føroyska fótbóltin til ein spurning um vaktarhald og trygdargreirar. So langt eru vit ikki komin enn, at tað eigur at vera neyðugt!
So higani hava vit eitt gult kort á loftið til FSF og fótbóltsdómararnar. Tí skulu trøllvaksin vaktarfólk nú til at gera manngarð um spælararnar og halda millum annað teimum áhugaðu børnunum langt burturi frá spælarunum, ja, so er tað skjótt at onkrir áskoðarar geva føroyskum fótbólti reyða kortið.