Førir traditiónina víðari

Jórun Mørkøre fylgir bakara traditiónunum, og saman við manninum rekur hon nú bakaríið Hjá Jórun. Hetta er eitt framhald av bakarínum hjá Mørkøre-familjuni, sum í fleiri ættarlið hevur bakað breyð til klaksvíkingar. Í dag er bakaríið eisini útsøla og matstova og gevur harvið eigarunum fleiri bein at standa á

Hjá Jórun er staðið, har ein fær alt í Klaksvík. Tað byrjaði sum eitt bakarí, men hevur síðani ment seg til eisini at umfata breyðútsølu og matstovu. Tað er Jórun Mørkøre, sum saman við manninum Kim eigur Hjá Jórun, men nær byrjaði hon so at arbeiða sum bakari.

- Vit byrjaðu 16. august 1999. Tað var bakaríið hjá Kurt Mørkøre, sum vit kreyptu tá, og har vóru vit so fram til 2004, tá vit fluttu í bygningin her við Borðoyavík, sigur Jórun Mørkøre.

At byrja við hevði bakaríið hjá Jórun tvær útsølur aðrastaðni í býnum, men í 2006 var handilin so tikin í nýtslu, og síðani hevur útsølan eisini verið í sama bygningi.

Tá Jórun og maðurin í 1999 keyptu bakaríið frá Kurt Mørkøre, so var tað ein long traditión og fleiri ættarlið av bakarum, sum við hesum fór í søguna. Og tó ikki kortini.

- Vit yvirtóku bakaríið frá Kurt, sum hevði yvirtikið tað frá pápa sínum, sum aftur hevði yvirtikið frá frá pápa sínum. So tað hevur verið í familjuni leingi, sigur Jórun Mørkøre.

Men uppruna familjan hevur kortini ein fingur við í spælinum enn, tí Kim er bróður Kurt, og tann vegin verður traditiónin so hildin við líka.

Og fyri Jóruna sjálva er bakarayrkið heldur ikk púra ókent.

- Nei, tað er tað ikki. Sjálv hevði eg ein langabba og ein abbabeiggja, sum vóru bakarar, og hóast eg ikki var nógv har, so var tað mær kortini ikki heilt ókent, sigur Jórun Mørkøre.

 

Raðfesta reinføri

Tá bygningurin við Borðoyavík varð bygdur kom ikki alt í senn. Bakaríið varð fyrst bygt og tað stóð liðugt í 2004.

- Vit høvdu sum nevnt tvær útsølur í býnum, og tá útsølan her kom í 2006 var tað ein rættiligur lætti, sigur Jórun Mørkøre.

Nógv varð tosað um fasta sambandið til Norðoyggjar um júst hetta mundið. Hevði tað nakra ávirkan á avgerðina at byggja nýtt bakarí?

- Jú, man hugsaði alla tíðina um hetta. Kanska ikki at byrja við, men tá man byrjar upp á nakað, hevur man altíð í huganum, at vaksa og vilja nakað meira. Men tá so tunnilin kom so nær, stríddust vit við at fáa eitt annað grundstykki, og tað lukkaðist so at fáa hetta grundstykkið á ídnaðarøkinum, og so fóru vit í holt við tað beinanvegin, sigur Jórun Mørkøre.

Beinanvegin tú kemur inn í bakaríið Hjá Jórun leggur tú til merkis, at nógv er gjørt burtur úr at tað skal síggja hugnaligt og vakurt út.

- Ja, vit leggja rættiliga stóran dent á, at tað skal vera nossligt og reint og síggja gott út. Eg brúki nógvan pening upp á reinføri, og tað er í hvussu er nakað, sum tú ikki skal spara upp á, heldur Jórun Mørkøre.

Inni í útsøluni er sum nevnt eisini matstova, har tú fær heitan mat eins væl og smyrjibreyð.

- Vit byrjaðu ikki beinanvegin við heitum mati, men fyrispurningar um hetta vóru, so vit hildu, at vit skuldu royna tað. Vit byrjaðu heilt smátt, og í dag haldi eg, at tað er komið fyri at vera, og vit gera hampiliga nógvar døgurðar um dagarnar, sigur Jórun Mørkøre.

Og tað eru ikki bert klaksvíkingar, sum eta á matstovuni.

- Her koma fólk allastaðnis frá. Tað er ikki dagur, at ikki fleiri avbýarfólk koma inn at vitja. Eisini leggja fólk leiðina framvið eftir at hava verið ein túr í svimjihøllini, og tey koma jú eisini allastaðni frá, sigur Jórun Mørkøre.

 

Eitt bein aftrat

Eitt, sum merkir Klaksvíkina rættiliga nógv í løtuni, er tann veruleiki, at Kósin í hesum døgum liggur still.

- Ja, tað merkja vit rættiliga væl. Vit vita, at januar og februar eru tungir mánaðir at koma í gjøgnum, men í ár hevur verið tyngri enn vanligt. Men vit eru komin ígjøgnum teir, og eg haldi at tað merkist, at tað er vorðið heldur frægari, eisini at tíðirnar gerast ljósari. Men jú, tað merkist væl, sigur Jórun Mørkøre.

Tað røkist kanska nakað fyri at Kósin aftur fer í gongd, og tað er nakað, sum hevur stóran týdning fyri alla Klaksvík sum hon er. Og fyri handilslívið er eisini ein onnur lívsæðr, sum tó neyvan er í vanda fyri at steðga upp, og tað er Norðoyatunnilin.

- Hann hevur rættiliga nógv at siga, tað eru nógv fólk, sum vitja inn tann vegin, sigur Jórun Mørkøre.

So hóast Kósin í løtuni liggur still, sær ikki alt so svart út.

- Klaksvíkingar er eitt íðið fólkaslag sum ikki fer niður við nakkanum. Vit norðoyingar eru sterkir og vit klára okkum, og Kósin letur upp aftur, og skuldi tað hent, at hon ikki letur upp aftur, so skulu vit nokk klára okkum kortini, sigur Jórun Mørkøre.

Og matstovan er enn eitt bein hjá bakarínum at standa á.

- Mánaðirnar frá mai til august eru teir bestu. Tá er ferðafólkasesongin, og tá eru tað nógv fólk, sum hyggja inn, og tá royna vit eisini at hava nakað av fiski á matkortinum, sigur Jórun Mørkøre.

Hon sigur, at matstovuparturin fyllir meiri og meiri í samlaða virkseminum.

- Jú, so er. Tað verður eisini tosað um at hava meiri enn tað eina beinið at standa á, og eg kenni tað næstan so, at vit eru komin hartil, at vit nú standa á tveimum beinum, sigur Jórun Mørkøre.

 

Víðkað marknaðin

- Men tað ber sjálvandi til at gera so nógv. Vit kunnu jú bjóða okkum fram til at gera til veitslur út av húsinum og bjóða seg fram aðrastaðni enn í Klaksvík. Vit hava góðar kokkar og slíkt kann kasta nakað meira av sær og lata upp fyri øðrum møguleikum. Húsið er stórt og vit hava fleiri rúm, sum ikki verða brúkt í dag. Sum eg segði, so havi eg alla tíðina hug at vaksa um virksemið, men tað skal jú kapitalur til, sigur Jórun Mørkøre.

Og júst Norðoyatunnilin hevur víðkað potentiella marknaðin munandi.

- Ja, tað hevur hann, men tað er ikki bara tunnilin sum hevur gjørt, at hann er vaksin. Eg var einsamøll í eina rúma tíð, men nú er so eitt bakarí komið aftrat í Klaksvík, og tað hevur eisini gjørt sítt til, at vit eru vaksin so skjótt. Vit keyptu jú bakaríið hjá Símun, og tá gjørdust vit einsamøll, og síðani hava vit bara roynt at hingið í, og hóast eitt bakarí er komið aftrat, hava vit ikki merkt tað so væl, sigur Jórun Mørkøre.

Sum nevnt er bygningurin stórur, og karmarnir víðir at fylla út, so enn er ikki neyðugt at hugsa um aðrar útbyggingar.

- Ja, vit hava eitt stórt loft, sum stendur tómt, og har eru fleiri møguleikar at gera okkurt. Men alt kostar, so tað fara vit at bíða við í eina tíð. Møguleikarnir eru tó har, og vónandi kemur tað hartil, at vit fáa gjørt nýtslu av plássinum, sigur Jórun Mørkøre.