Óførir handilsmenn

Á ferðini varð sjálvandi eisini møguleiki at keypa sær okkurt tinganest heim við sær, og her mátti ferðalagið skjótt ásanna, at tað ikki er av ongum, at jødar eru tiltiknir góðir handilsmenn.
Alt fyri eitt, sum komið varð inn í handilin, har vit høvdu gjørt av at steðga á, vóru boðini, at nú talan var um so fína vitjan, var alt í handlinum til sølu fyri helvtarprís.
Tað gav at bíta, tá ein í ferðalagnum fór at tingast um ein lut, har prísurin var settur til 120 sheklar, sum er lokala gjaldoyra. Alt fyri eitt varð sett niður á 60, og síðani fekst prísurin við tingingum niður á 55 sheklar. Viðkomandi helt seg helst hava gjørt ein góðan handil, men ikki meira enn komnir útum, sást at handilin við síðuna av hevði sama lutin til sølu fyri 50 sheklar.
So tað var kanska, sum onkur segði, helvtarprísur av tí dupulta!