Undirtøkan gjørdist ikki so góð um teir høvdu vónað framman undan, og nú eftir, at 37 bløð eru givin úr, sleppa Dánjal Højgaard og Øssur Winthereig endanum. Føringurin, sum skuldi verða málgagn og blað hjá føroyingum uttanlands, kom á fyrsta sinni út í november1996.
Fyritreytin hjá útgevarunum var, at útgávan skuldi hvíla á haldarunum. Og tað er tað, sum hevur svikið. Haldaratalið, sum hevur verið 2000, hevur ikki sligið til, og eftir at hava strekt pínuna seinastu mánaðirnar, tolir pengapungurin ikki meir.
- Byrjanin hjá okkum gjørdist nógv tyngri enn vit høvdu væntað. Samstundis hevur tað verið ógvuliga ringt at rokkið út til føroyingar uttanlands. Tí hvar skulu vit í grundini marknaðarføra eitt útisetablað, í Politiken, í Berlingaranum, ella hvar. Nógvir føroyingar uttanlands lesa ikki føroysku bløðini, lurta ikki eftir útvarpinum, so okkara søluframtøk hava ikki eydnast í tann mun, vit hopaðu, sigur Dánjal Højgaard.
- Vit hava ikki fingið nakran fíggjarligan stuðul úr Føroyum, ikki eitt klovið oyra og tað hevur skuffað okkum nógv. Í byrjanini fingu vit eitt lítið íkast frá Dagspressens Finansierings Institut. So blaðið hevur dúvað uppá haldarar og lýsarar, og tað hevur ikki verið nóg mikið til løn til okkum báðar og útreiðslur annars, sigur Dánjal Højgaard.
Tørvurin er har
Sjálvt um Føringurin gevst, halda Dánjal og Øssur, at tørvur hevur verið á einum útisetablaði, sum kemur regluliga út og er gjørt av kønum fólki. Tað harmar teir almikið, at teirra roynd ikki eydnaðist. Um hetta er eitt endaligt farvæl við blaðútgávu, sigur Dánjal.
- Vit eru í øllum førum lidnir við Føringin, og vit hava ongar ætlanir um at geva eitt blað út í Føroyum.
Báðir hava teir roynt ymiskt innan fjølmiðlaheimin, arbeitt í útvarpi og sjónvarpi og verið á bløðunum. Øssur Winthereig fer nú aftur til arbeiðis í Sjónvarpi Føroya, har hann skal gera eina debattsending annað hvørt mikukvøld. Hvussu framtíðin hjá Dánjali sær út, vil hann ikki siga nakað um enn, uttan at hon verður í Føroyum og innan fyri journalistikk.
- Eg havi hug at royna okkurt heilt annað í eina tíð, allíkavæl innan fyri journalistikk, sigur Dánjal Højgaard.