Síðan fríggjamorgunin í seinastu viku hevur Umhvørvisstovan havt vitjan av tveimum føroyskum rossum, sum vórðu sett á grasvøllin uttanfyri bygningin.
Hóast tað er sera hugnaligt at hava kríatúr standandi nærhendis, har fólk hava sítt dagliga yrki, er eingin ivi um, at hetta ikki var nøkur varðandi loysn. Tí hevur Umhvørvisstovan verið í sambandi við Búnaðarstovuna, sum er tann landsstovnurin, ið varðar av føroyskum húsdjórum.
Búnaðarstovan gjørdi í fjøreina ætlan fyri føroysk húsdjór, herundir varðveitslu av føroysku rossunum. Hóast ætlanin frá 2011 enn ikki er sett í verk, hevur Búnaðarstovan kortini eina tilbúgvingarætlan, ið kann setast í verk nær tað skal verða.
Nú líkt er til, at ein bráfeingis tørvur er á at finna lendi til føroysk ross, hevur Búnaðarstovan vissað Umhvørvisstovuna um, at tey eru klár til at seta tilbúgvingarætlanina í verk.
Umhvørvisstovan hevur kunnað eigaran av føroysku rossunum, sum hava staðið við skrivstovubygningin um hetta, og eigarin hevur nú flutt rossini av økinum.