Ein av hesum pástandum er, at blokkstuðulin (eisini nevndur milliardin úr Danmark), sum er ein afturvendandi upphædd á hvørjum ári, ger okkum ikki rík. ? Onkur loysingarmaður sigur beinleiðis, at hon ger okkum fátøk.
Tað næsta, sum vit hoyra er, at Landsstýrið eigur eina øðiliga upphædd í Landsbankanum. Tað sigst, at har liggja í løtuni 2,3 milliardir á kistubotninum. Allir føroyingar siga sum við ein munn, at hesar milliardirnar eru av tí slagnum, sum gera okkum rík. Eg havi enn ikki hoyrt nakran loysingarmann sagt, at milliardirnar í Landsbankanum gera okkum fátøk.
Síðani hava vit fingið nakað nýtt, sum kallast ?oljumilliardir?. Eingin hevur enn sæð hesar milliardirnar, og eingin veit heldur, um vit nakrantíð fara at síggja tær. Men øll tykjast at vera á einum máli um, at hesar fara at gera okkum ovurhonds rík.
Umframt alt hetta, skyldar landskassin góðar 4 milliardir. Men tær milliardirnar verða sjálvdan tiknar uppá tungu.
Eiga tvær og skylda fýra
Nú í skjótt 4 ár hevur verið jabbað uppí saman fyri Føroya fólki, at tað hevur alstóran týdning, at vit sleppa okkum av við tær afturvendandi milliardirnar úr Danmark, tí tær gera størri skaða enn gagn, verður sagt. Harumframt hoyra vit, at tær donsku milliardirnar eru óneyðugar, millum annað tí at vit eiga 2,3 milliardir í Landsbankanum.
Hesar 2,3 milliardirnar, sum vit hava brúkt fleiri ár um at spara saman (í bestu tíð og við nógvum blokkstuðli), skulu í fyrsta umfari koma ístaðin fyri eina heila milliard úr Danmark á hvørjum ári, og harumframt skulu tær verða við til at rinda 4 milliarda skuldina niður við.
Tað er ikki ringt at rokna út, at hetta gildið í mesta lagi kann vara í tvey ár.
Um oljumilliardirnar sigur løgmaður, at vit skulu ikki rokna við teimum, men at vit skulu liva sum um at eingin olja er. Serfrøðingar á økinum siga, at í øllum førum ganga nógv ár, áðrenn vit fáa nakra inntøku haðani.
Spurningurin er so:
1. Hvat hevði landsstýrið gjørt um tvey ár, um Føroyar blivu fullveldi nú ?
2. Hvat nyttar at eiga 2 milliardir á bók, tá vit skylda 4 ?