Fýra ávirkaðir bilførarar

Bæði í Havn, Sandoynni og Suðuroy hevur løgreglan tikið bilførarar, sum koyrdu ávirkaðir. Í Havn fekk løgreglan boð um eitt ferðsluóhapp á Velbastaðvegnum, men bilførarin valdi at taka til rýmingar. Løgreglan hevur tó funnið ein mann, sum eftir øllum at døma koyrdi bilin.

Í sambandi við eitt ferðsluóhapp í Sandoynni tíðliga í morgun er ein bilførari skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, og í Suðuroy komu tveir bilførarar í svørtubók fyri at hava koyrt ávirkaðir. Teir vórðu tiknir í morgun.

Løgreglan í Havn sigur, at vikuskiftið hevur annars verið friðarligt higartil, og tónleikatiltakið Asfalt hevur ikki givið løgregluni eykaarbeiði.