Talv
Tann fyrsta Grand Prix kappingin varð telvað í Klaksvík fyri einum mánaði síðani. Tá vunnu Rani Nolsøe og Carl Eli N. Samuelsen, meðan Martin Poulsen varð nr. 3. Í Gøtu endaðu heili fýra telvarar fremstir.
Sjey umfør skuldu telvast, og hvør telvari hevði 15 minuttir til talvið. Tá ið fjórða umfar varð liðugt telvað, hevði Finnbjørn Vang fult stigatal. Torkil Nielsen var í hølunum við 3,5 stigum, og síðani høvdu fleiri 3 stig, eitt nú føroyameistarin Martin Poulsen.
Torkil vann í 5. umfari oddabrakið ímóti Finnbirni, og í roynd og veru hevði Torkil telvað sera væl fyrstu fimm umførini. Gongdin tóktist at halda fram í næstseinasta umfari, tá ið Torkil leikti væl, trygt og skjótt ímóti Carl Eli, men í vinnandi støðu flutti Torkil skeivt og tapti talvið.
Martin og Haldur Suni hálaðu inn
Áðrenn seinasta umfar var støðan hendan: Finnbjørn og Carl Eli høvdu 5 stig. Martin, Torkil Nielsen og Haldur Suni Johansen 4,5 stig. Fleiri høvdu 4 stig, eitt nú Ólavur Simonsen og Rani Nolsøe.
Toppdysturin millum Carl Eli og Finnbjørn endaði við javnleiki. Teir høvdu sostatt tryggjað sær deilt fyrsta pláss. Martin vann á Torkili og kom sostatt ájavnt toppin. Og tá ið Haldur Suni - sum telvaði stak væl í Gøtu - vann á Ólavi, endaðu heili fýra telvarar á 1. plássi. Ein heldur óvanlig støða, men kortini ikki so óvæntað, tá ið einans sjey umfør verða telvað.
Eisini vórðu serligar ratingvirðislønir latnar. Tann besti millum 1000 og 1200 í rating varð Símun Skorastein við 4 stigum. Hjalti Toftum Jógvansson, 4,5 stig, stóð seg best millum telvarar við 1200-1600 ratingstig.
Grand Prix stig
Triðja og seinasta Grand Prix kappingin verður í Havn 9. desembur.
Fimm teir fremstu telvararnir í hvørjari í kapping fáa sokallað Grand Prix stig. Nr. 1 fær 5 stig, nr. 2 fær 4 stig, nr. 3 fær 3 stig, nr. 4 2 stig og nr. 5 1 stig.
Í Gøtu býttu vinnararnir Grand Prix stigini millum sín, soleiðis at fýra teir fremstu fingu 3,5 Grand Prix stig. Nr. 5 (Rani N.) fær 1 Grand Prix stig. 9. desembur verður endaligi vinnarin funnin.
Toppurin í 2. Grand Prix í Gøtu
Carl Eli N. Samuelsen5,5 av 7
Haldur Suni Johansen5,5
Finnbjørn Vang5,5
Martin Poulsen5,5
Rani Nolsøe5,0
Helgi á Mallorka
Ratingjagstrarin Helgi Dam Ziska er í hesum døgum á Mallorka og telvar í 3rd Calvia International Open. Helgi hevur 2364 altjóða ratingstig, og honum vantar tí einans 36 ratingstig fyri at fáa IM-heitið (International Master).
Í Calvia hevur helgi higartil 2 stig av 4. Hann hevur vunnið á lægri rataðum telvarum og tapt móti stórmeistarunum Pia Cramling (2528) og Friso Nijboer (2641). Níggju umfør skulu telvast, og kappingin endar 28. oktobur.