Tá freistin at søkja starvi sum skúlastjóri í Tofta skúla var úti 6. november, hevði Mentamálaráðið fingið fýra umsóknir til leysa starvið. Tað skrivar Skúlablaðið á heimasíðuni í dag.
Tofta skúli skal hava ein nýggja stjóra, eftir at Marita Dalsgaard, núverandi skúlastjóri, fer frá fyri aldur. Eftir ætlan skal nýggi stjórin taka við starvinum 1. desember ella skjótast til ber.
Í starvslýsingini upplýsir Mentamálaráðið, at í Tofta skúla eru 195 næmingar í 10 árgangum, og 17 lærarar starvast í skúlanum.