Teir tríggir menninir, sum komu úr Svøríki til Danmarkar gjáranáttina, og sum ætlaðu at søkja at Jyllands-Postinum, vórðu fyrrapartin varðhaldsfongslaðir í fýra vikur. Teir fyrstu 14 dagarnar skulu teir sita avbyrgdir
Menninir, sum eru 29, 30 og 44 ára gamlir, nokta seg sekar, og undir grundlógaravhoyringini fyrrapartin sýttu teir fyri at svara spurningum frá ákæranum.
Fregnartænastan hjá donsku løgregluni sigur, at teir tríggir menninir høvdu eina skammbyrsu og eina maskinbyrsu við ljóðdoyvara, tá teir vóru tiknir.
Sambært løgregluni bendir alt á, at teir ætlaðu at søkja at skrivstovuhølunum hjá Jyllands-Postinum á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn.
Ein maður, sum bleiv tikin í Danmark í gjár í sambandi við sama, mál er latin leysur. Hann er kortini framvegis skuldsettur.









