Fýra vikur til Inga

Talan var ikki um so álvarsligan skaða, sum Ingi Højsted sjálvur bar ótta fyri, tá hann noyddist av vøllinum í farnu viku

Fótbóltur

 

- Eg var sjálvur bangin fyri, at talan aftur var um krossbandsskaða, og eg sá fyri mær, at nú skuldi aftur ganga eitt ár ella so, uttan at eg kundi spæla.

Soleiðis sigur Ingi Højsted, um skaðan, sum hann fekk, tá B36 fyri viku síðani spældi fjórðingsfinalu móti 07 Vestur í kappingini um Løgmanssteypið.

Heilt so álvarsligt var tað tó ikki.

- Eg var aftur hjá lækna mánadagin, og har vóru boðini hampuliga positiv. Talan er ikki um kross- ella liðbandsskaða, men líkt er til, at talan er um lítlan skaða, har liðbondini í knænum eru fest.

- Eg skal so aftur í skannaran eina ferð afturat, soleiðis at alt kann staðfestast við vissu. Men sum tað sær út nú, so er líkt til, at eg skal halda steðg í einar fýra vikur ella so.