Fótbóltur
Leygardagin spældu Føroyar fínan dyst ímóti italsku heimsmeistarunum. Kortini hevði Jógvan Martin Olsen gjørt av at seta tveir spælarar av og at broyta uppstillingina á fýra plássum undan avbjóðingini ímóti Skotlandi í gjár.
Sum tað varð nevnt í blaðnum seinnapartin í gjár og á portalinum stutt eftir døgurða, so valdi Jógvan Martin at seta Fróða Benjaminsen í miðverjuna fyri Jón Róa Jacobsen. Superligu spælarin var so fluttur á vongverjan í høgru, og Atli Danielsen varð fluttur á vongverjan í vinstru.
Harvið varð Marni Djurhuus ofraður. Við Útvarpið stutt undan dystarbyrjan segði venjarin, at broytingin gav seg sjálva, tí Marni Djurhuus hevði boðað frá, at hann ikki var førur fyri at spæla.
Eftir hendiligan samanstoyt við Rógva Jacobsen í sambandi við skotskt hornaspark fór Óli Johannesen av vøllinum at fáa viðgerð. Átta minuttir seinni kom Óli aftur á vøllin, men tá bað hann skjótt um at verða útskiftur. Tá fór Jón Rói í miðverjuna, Atli á høgra vongverja, og Marni var nóg birgur at seta á vinstra vongverjan.
Jákup Mikkelsen varð fyri fyrstu ferð liðformaður, tá ið Óli Johannesen var farin út.
Venjarin hevði gjørt av undan dystarbyrjan, at Christian Lamhauge skuldi fáa møguleikan á toppinum í staðin fyri Andrew av Fløtum.
Í 2. hálvleiki varð innskifti Marni Djurhuus útskiftur við Símun Samuelsen. Tað vil siga, at tá ið alt kom til alt, var Marni førur fyri at spæla.