P/f Havnar Fótbóltur boðar frá, at HB hevur skrivað undir sáttmála við fýra av ungu evnaríku leikarum í felagnum. Tríggir av teimum hava unglingaaldur. Hetta sendir eitt greitt signal út um leikarapolitkk felagsins, skrivar heimasíðan hjá HB.
Teir fýra eru Ólavur í Ólavsstovu, Johan Ejvind R. Mouritsen, Poul Thomas Dam og Bárður Mittelstein.