Fýra tvíburapør

Svenska kvinnuliðið, Skuru IK, sum spælir í Elitudeildini í hondbólti, hevur vunnið fýra sigrar á rað í kappingini higartil. Og orsøkin sigst vera, at so nógvir tvíburar eru á liðnum, tí har eru ikki færri enn fýra tvíburapør. Dysturin sunnudagin, tá Skuru IK vann 36-21 á Heid, var ikki minni sermerktur, tí dómararnir vóru eisini tvíburar!