Fýra trubadurar við Brúnna

Hanus G, Kári P, Ragnar Finsson og Marni Kruse fara allir á pall sum einstaklingar við Brúnna leygardagin 9. Juli á Oyrarbakka.

 

Nú nærkast til við Brúnna verður, har 20 bólkar og einstaklingar fara at framføra til út á náttina. Fyrireikingarnar ganga væl og væntandi verður skráin kunngjørd síðst í hesi vikuni.

 

Bæði Kári P. og Hanus G verða mettir, sum tveir av teimum heilt stóru tónlistafólkunum í Føroyum. Sera nógvir av teirra sangum eru vorðnir fólkaogn, sum bæði eldri og ung hava tikið til sín.  Ragnar Finsson og Marni Kruse umboða eitt nýtt ættarlið av dugnaligum tónleikarum, sum vit kunnu vænta okkum nógv av í framtíðini.