Flestu partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni, men fiskiskapurin kundi saktans verið betur í mun til árstíðina. Skipini koma inn at landa, sum henda vikan gongur.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tveir djúpvatnstrolarar eisini eru til fiskiskap.
- Annar er vestan fyri og fiskar kongafisk og kemur inn at landa miðskeiðis í vikuni. Hin er sunnan fyri og fiskar stinglaks og blálongu. Hesin landar væntandi fyrst í vikuni.
Sjey av teimum smáu trolbátunum eru til fiskiskap. Teir fáa mest av toski, hýsu og flatfiski. Væntandi landa fýra í dag, og hinir koma at landa seinni í vikuni.
- Tvey garnaskip fiska svartkalva og koma væntandi inn at landa síðst í hesi vikuni. Tey hava hampiligan fiskiskap.
Lagt verður aftrat, at eitt garnaskip fiskar havtasku og kemur inn at landa miðskeiðis í hesi vikuni. Skipið, sum fiskar havtasku, hevur eisini brúkiligan fiskiskap.