Fýra trolarar landað í Saltangará

Mikudagin og hósdagin løgdu fýra trolarar veiðina upp til Fiskavirking í Saltangará.

Jaspis og Ametyst, sum vóru teir fyrru, høvdu tilsamans 1400 kassar, meginparturin upsi.
Safir og Smaragd landaðu hósdagin; teir høvdu tilsamans 2000 kassar, og hjá teimum var eisini meginparturin upsi.
Ivasamt er, um Fiskavirking í Saltangará keypir meira fisk hesa vikuna, tí nóg mikið er inni til alla hesa vikuna.
- Keypa vit onkra last aftrat, verður ein partur av fiskinum ivaleyst goymdur til komandi viku, siga tey í Saltangará.
Arbeitt hevur verið á virkinum alla hesa vikuna. Mánadagin og týsdagin arbeiddu tey fisk, sum lá niðurfyri frá síðstu viku