Fýra trolarar landa í morgin

Hóast seks av skipunum, sum plagdu at landa í Saltangará, liggja í løtuni, verður tó fitt av virksemi á landingarmiðstøðini Kongshavn í morgin. Landingarmiðstøðin Kongshavn fer at landa fýra ísfiskatrolarar í morgin.

Skipini eru partrolararnir, Jaspis og Ametyst og Polarhav og Stjørnan.

Sum skilst, hevur upsaveiðan ikki verið lakari hendan túrin, enn hon annars hevur verið í seinastuni.

Greitt er ikki, hvat skipini hava, tá tey koma inn at landa í morgin, men fríggjakvøldið høvdu Jaspis og Ametyst umleið 600 kassar ? og í gjár høvdu Polarhav og Stjørnan umleið 250 kør tilsamans.