Sjálvt um apríl mánaður ikki er heilt farin, so fer Løgtingið til hús í kvøld. Eftir ætlan vera tveir tingfundir afturat, áðrenn tey 33 tingfólkini kunnu fara heim og ikki koma aftur fyrr enn ólavsøkudag.
Á teimum seinastu fundunum skal eykajáttanarlógin endaliga samtykkjast og harumframt er ætlanin, at Løgtingið skal gera eitt ískoyti um veðhald til teir báðar undirsjónvartunnalrnar, sum tey eru í ferð við at gera.
Tingið hevur í dag avgreitt broytingarnar í hjúnabandslógini. Tað tók nakað av tíð, men seinni eru eisini fleiri onnur mál avgreidd, nú undan sumamrfrítíðini. Millum annað er uppskotið frá landsstýrismanninum við vinnumálum samtykt um loyva sølu av ávísum matvørum í smásølu.
Eisini var uppskotið um at gera aslt útbjóðingartil føroyskt og talgilt samtykt í dag.
Hendir onki óvanligt, so kemur tingið ikki samanaftur fyrr enn á ólqvsøku










