Sunnunáttina gjørdi løgreglan eitt gott hál, tá hon tók fýra bilførarar fyri at koyra við kenning.
Allir førararnir høvdu eina promillu, sum var millum 0,5 og 0,8. Tí kunnu hesir førararnir vænta sær ein treytaðan dóm, um teir ikki longu hava ein slíkan. Um promillan var omanfyri 0,8 høvdu førararnir fingið eina treytaleysa frádøming av koyrikortinum.
At hesi førarnir eru tiknir er ein avleiðing av nýggju ferðslulógini, sum setti promillumarkið niður frá 0,8 til 0,5. Áðrenn nýggju lógina hevði løgreglan ikki havt heimild at taka hesar førararnar.