Fýra útgávukonsertir á G!Festivalinum

Ikki færri enn fýra føroyskir bólkar lata nýggjar fløgur úr hondum á G!Festivalinum, her er talan um óroyndar amatørar, superbólkar og garvaðar punkarar og eina fløgu, ið hevur verið á veg í trý ár.


Bólkarnir The Story Ends, Marius, 200 og Gestir hava á G!Festivalinum útgávu konsertir. Fyrsta útgávukonsertin verður longu hóskvøldið á spæliplássinum, tá The Story Ends blaka sína fyrstu útgávu eina EP við fimm løgum á marknaðin. Lagið Dancing Around Honolulu hevur longu ligið ovast á 15 teimum bestu og vitnar um fjøllbroytta og festliga tónleikin, ið vit kunnu  vænta okkum á EPini.
 
Fríggjadagin kemur endiliga útgávan hjá Gestum Burtur frá toftunum á marknaðin. Síðan bólkurin vann Prix Føroyar og upptøkutíð í Lundgaard upptøkuhølunum í Vejen í Danmark, hevur hendan fløgan verið á veg, her byrjar so smátt at vera talan um eitt slag av Guns n Roses kompleksi, so tað er gleðiligt, at fløgan nú kemur út. At døma eftir konsertini á AME í Reykjavík hevur langa bíðitíðin verið sera gevandi, tí bólkurin er mentur 200%
 
Graceland tann sera spennandi og hartsláandi uppfylgjarin eftir Viva La Republica hjá 200 verður slept við einum braki á miðnátt millum fríggjakvøld og leygarnátt, við framførslum bæði í Føroyum og uttanlands í kuffertinum, fer 200 at fáa Gøtusand at lyfta seg.
 
Eisini GBOB vinnarin superbólkurin Marius verður fløguaktuellur, tá hann leygardagin fer á pallin á spæliplássinum á G!Festivalinum. Fløgan er ljóðblanda í samstarvi við Óla Poulsen, ið eisini hevur ljóðblandað Graceland.