Fýra sunnudagar um missión

Fýra sunnudagar um árið skal missión setast á dagsskránna í donsku fólkakirkjuni. Tiltakið verður sett í verk av felagsskapinum Folkekirkens Mission eftir avtalu við donsku biskuparnar.

“Missión er eitt víttfevnt hugtak. Í roynd og veru er allir sunnudagarnir at meta sum missións-sunnudagar og allar gudstænastur missións-gudstænastur, sigur Kristen Skriver Frandsen, leiðari í Folkekirkens Mission. Hinvegin kann tað vera eitt gott hugskot at seta missión í eitt serligt fokus við jøvnum millumbilum: Á missión í verki og í hugsan um fíggjartørvin hjá missiónini til tann einstaka og til kirkjuna, sigur hon.

Hvørt ár verða soleiðis ásettir fýra sunnudagar, har prestarnir í serstakan mun kunnu taka missión upp sum eitt evni í gudstænastuni.

Í hesum sambandi verður gjørd ein vegleiðing um egnaðar tekstir og um, hvussu ein slík gudstænasta kann skipast. Møguleiki verður sjálvandi at biðja onkran gestatalara luttaka ella send boð eftir teimum mongu felagsskapunum innan kirkjuna sum starvast innan missión.

Í 2008 verða teir fýra sunnudagarnir settir til 27. januar, 18. mai, 28. september og 23. november.