Fýra stjórar í trý ár

Smyril Line hevur verið stórbrúkari av stjórum síðani Óli Hammer, eftir 23 árum, fór úr starvi fyri trimum og einum hálvum ári síðani. Petur Holm er fjórði í røðini síðan Óla Fyrstu 23 árini hevði Smyril Line bert ein einaráðandi stjóri. Tað var nevniliga stigtakarin til Smyril Line, Óli Hammer, sum sat frá 1982 til 2005.

Tá Óli Hammer fór úr starvi á vári 2005, kom norðmaðurin Jan Walle í hansara stað. Hann helt bert frá 1. apríl 2005 til 1. desember, tá Tummas Magnussen tók við. Hesin sat tá sum nevndarformaður, men setti seg sjálvan í starvið hjá norðmanninum 1. desember. Hann helt eitt ár og nakrar mánaðir, til Andras Róin gjørdi honum kynstrið eftir og fór úr nevndarformannssessinum og setti seg í stjórastólin. Fyrst sum fyribilssettur frá juni til september í fjør, og síðani í føstum starvi.

Og í gjár kom so enn ein nýggjur maður á brúnna á Smyril Line, tá Petur Holm tók við róðurpinninum.

So leingi sótu teir í stjórastarvinum:

1. november 1982 Óli Hammer, 1. apríl 2005 Jan Walle, 1. desember 2005 Tummas Magnussen, 1. september 2007 Andras Róin og

1. september 2008 Petur S. Holm.