Fýra standa fyri valið

Sjey nevndarlimir eru í nevndini hjá Fótbóltssambandinum, og umframt formannin standa eisini tríggir nevndarlimir fyri vali.

Formaðurin verður valdur í einum formansvali fyri seg, meðan nevndarlimirnir verða valdir fyri seg.
Bjarki Mohr, Rúni Heinesen og Magnus á Stongum standa fyri valið um tvær vikur, og av hesum hevur bert Bjarki Mohr boðað frá, at hann stillar ikki upp aftur til eitt nýtt skeið sum nevndarlimur.
Ymsu fótbóltsfeløgini í landinum hava eina atkvøðu í part á aðalfundinum. Harafturat eigur nevndin í FSF eina atkvøðu.
Nevndarlimirnir í FSF, sum ikki standa fyri vali hesaferð, eru Niklas á Líðarenda, næstformaður, Jens Erik Magnussen og Karl Vidtfeldt.