Klokkan var farin beint av 1 í nátt, tá vakthavandi á Politistøðini í Havn fekk fráboðan um at fýra bilar stóðu fastir á Gøtueiði.
Orsøkin til hetta vóru tey ringu koyrilíkindini her, orsakað av tí nógva avfallinum í hesum føri vátakava.
Fráboðanin ljóðaði, at teir sluppu ongan veg hvørki móti Syðrugøtu ella móti Skipanesi. Men teir fýra bilførararnir vóru hepnir.
Teir í kavaruddingini hjá Landsverki vóru til arbeiðis um hesa tíðina, og var ein maskina stødd millum Fjarða beint tá.
Løtu seinni hevði hon ruddað vegin soleiðis, at bilarnir sluppu avstað aftur.